Hátíðarhald fyri Oddvør Johansen

Mikukvøldið 2. novembur klokkan 19 fer Landsbókasavnið at heiðra rithøvundin og organistin Oddvør Johansen, sum verður 70 ár sunnudagin.

Á skránni hetta kvøldið verða fyrilestrar, upplestur og tónleikur.

Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, bjóðar vælkomin, Malan Marnersdóttir fer at siga frá um skaldskapin hjá Oddvør, Anna á Váli Smith á sello og Jona Jacobsen áviolin fara at spæla klassisk løg, Hanus Kamban ber fram lukkuynski og Ria Tórgarð lesur stuttsøgu sum Oddvør hevur skrivað.

Eisini fer Niels Jákup Thomsen frá Bókadeild Føroya Lærarafelags at leggja fram nýggja útgávu av barnabók eftir Oddvør Johansen.

Aftan á kvøldsetuna bjóðar Landsbókasavnið drekka og kaku.

Oddvør er ein av okkara virknastu føroysku rithøvundunum hesi seinastu árini við fleiri skaldsøgum, stuttsøvnum og barnabókunum á baki.

Oddvør Johansen er fødd og uppvaksin í Tórshavn. Pápin var hondverkari og mamman heimaarbeiðandi. Hon gekk 9 ár í skúla, og var síðani arbeiðsgenta í eitt ár, áðrenn hon fór á musikkháskúla í Svøríki í eitt ár.

Hon giftist blaðung og nam sær meiri kunnleika í orgulspæli uttanlands. Tey Ættleiddu tvey børn, men eftir hjúnaskilnað fór hon á konservatoriið í Keypmannahavn at læra orgulspæl.

Har giftist hon uppaftur og búði í Danmark í 13 ár, har hon eisini átti tvey børn. Hon flutti til Føroya í 1987, og hevur síðan 2007 verið organistur við Hoyvíkar kirkju.