Hátíðarhald fyri Danmarksmeistara

Í sambandi við at 19 ára gamli Jógvan R. Isaksen úr Vestmanna hevur vunnið Danmarksmeistaraskapið fyri karrossaríteknikarar á tekniska skúlanum í Silkeborg, var móttøka fyri honum í Vestmanna mánakvøldið.

Jógvan varð heintaður av limousinu á flogvøllinum, tá flogfarið lendi umleið kl 19, og varð hann koyrdur til Vestmanna, har nógv fólk tóku ímóti og hátíðarhald var í ungdómshúsinum Staðið. Jógvan er í læru hjá Prolakk í Hoyvík og verður útlærdur í august. Á myndini er Jógvan saman við lærumeistaranum Rógva Durhuus.