Hátíðarhald í Berlin

Í dag koma ríkis- og stjórnarleiðarar úr nógvum londum til Berlin at hátíðarhalda, at í dag eru 20 ár liðin, síðani Berlinmúrurin fall, og kalda kríggið endaði. Millum gestirnar eru Gordon Brown, Nicolas Sarkozy, Dmitrij Medvedev og Hillary Clinton.

Týski kanslarin, Angela Merkel, sum sjálv vaks upp í gamla Eysturtýsklandi, hevur sagt, at 9. november í 1989 var ein tann týdningarmesti dagurin í Týsklandi í nýggjari tíð.

Tann 155 kilometrar langi Berlinmúrurin varð bygdur rundan um Vesturberlin í 1961 fyri at forða fólki at flýggja vesturum. Tann 9. november í 1989 fingu eysturtýskarar frítt at fara vesturum. Seinni kom fram, at tað komst aav einari misskiljing í éysturtýsku leiðsluni, men tá vendist ikki aftur.