Hátíðarhald

Fríggjakvøldið tann 19. november verður eitt alment hátíðarhald í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at Hanus Kamban, rithøvundur, fær Mentanarvirðisløn Landsins. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður handar Hanusi virðislønina, og hartil handar hann eisini Ólavi Hátn, kórleiðara, Heiðursgávu Landsins.
Í summar boðaði Mentamálaráðið frá, at Hanus Kamban og Ólavur Hátún fóru at fáa virðisløn og heiðursgávu Landsins.
Mentanarvirðisløn Landsins er uppá kr. 150.000, og er hin størsta av sínum slag í Føroyum. Virðislønin verður latin føroyskum listafólki sum tøkk fyri útint listaligt avrik. Til tess at fáa Mentanarvirðislønina skal virðislønarevnið hava skapað listaligt verk á høgum listaligum stigi.
Heiðursgáva Landsins er uppá kr. 75.000, og verður latin einstaklingi, felagi ella fyritøku sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan stóran týdning fyri føroyska list, mentan og mentanarlív.
Hátíðarhaldið, sum er alment, er í Norðurlandahúsinum og byrjar klokkan 19.