Hátíðarguðstænasta fyri Hjørleifi

Familjuguðstænastan í Christianskirkjuni í Klaksvík sunnudagin er eisini ein

hátíðarguðstænasta fyri urguleikaranum Hjørleifi Waag Høgnesen. Sunnudagin 15. mars, sum er triði sunnudagur í føstu, verður aftur hildin ein familjuguðstænasta í Christianskirkjuni kl. 11.00. Seinast hetta varð roynt, var fyri skjótt hálvum ári síðan.

Ymiskt verður á skránni, eitt nú kemur barnakórið í KFUM og K at syngja og luttaka. Eisini verður nógvur felagssangur og ein barnavinarlig prædika. Tað er Hanus Simonsen, prestur, ið hevur guðstænastuna.

Hetta er eisini ein hátíðarguðstænasta, við tað at tað eru liðin 40 ár síðani Hjørleif Waag Høgnesen byrjaði sum urguleikari í Christianskirkjuni. Hann avloysti tá Fridu Petersen.

Hesa tænastu hevur Hjørleif røkt væl nú í 40 ár. Hjørleif er sera álítandi og hjálpsamur; tá ið heitt verður á hann, er hann sera beinasamur. Hann er ein góður urguleikari, sum vit kirkjufólk í Klaksvík hava notið gott av. Hann leiðir sálmasangin væl, verður sagt í tíðindaskrivi frá Kirkjuráðnum í Klaksvík.

Eftir guðstænastuna verður ein hugnaløta í kirkjukjallaranum við einum kaffimunni við onkrum ábiti afturvið. Okkurt verður eisini til børnini.