Hátíðardámur í Miðvági

Tað var sannur hátíðardámur, tá stásiliga frystilínuskipið Eivind legði til bryggju í Miðvági

Nógv fólk var saman komið, og ungir tónleikarar úr Vágum spældu til hátíðarhaldið, tá frystilínuskipið Eivind kom á Miðvág.
Borgarstjórin í Vága kommunu, Rósa Samuelsen, helt hesa røðu vegna kommununa.
- Eg vil ynskja eigarum og manning hjartaliga tillukku og vælkomin við skipinum.
Hon vísti á, at gamalt er, at hjallurin hjá føroyingum er á sjónum, og soleiðis hevur verið í øldir.
- Floti okkara hevur í nógv ættarlið ment seg frá smáum árabátum til snotilig og effektiv før, sum vit síggja her í dag.
Borgarstjórin vísti á, at tað er sjógvurin, sum hevur hildið lívið í føroyingum, tí fyri slupptíðina var bert matur til 4-5.000 fólk í Føroyum.
- Síðan føroyingar eru farnir at fiska við betri og betri skipum, er fólkatalið 10 faldað.
Hon segði, at øll kenna vit til, hvussu nógv sjógvurin hevur havt at týða fyri Føroya fólk.
- Fara vit 100 ár ella longur aftur í tíðina, fiskaðu so at siga øll mannfólk í landinum við árabátum. Tá sluppirnar komu, vóru tað bert fáir menn, sum ikki vóru sluppfiskimenn. Størsta og kanska einasta inntøkan hjá kvinnum í hesum døgum kom frá fiskaarbeiði.
Rósa Samuelsen segði, at tá fiskimarkið varð flutt út, komu flakavirkini.
- Flestu kommunur, sum høvdu ávísa stødd, brúktu hópin av peningi til havnir. Sagt varð, at flakavirki var nærum á hvørjum tanga.
Hon vísti á, at eisini Miðvágs- og Sandavágs kommunur bygdu trygga havn og saman bygdu fólk úr hesum bygdum flakavirki. Hetta virki var eitt tað best rikna í landinum.
- Í hesum árum vóru nógv skip heimahoyrandi í Sandavági og Miðvági, og ein stórur partur av okkara besta fólki var við hesum skipum ella arbeiddi á flakavirkinum. Nógv er nú broytt. Flakavirkið liggur stilt og hevur ligið tað í nógv ár. Fiskiflotin her vesturi er eisini nógv tódnaður og flestu sjófólk okkara sigla aðrastaðni.
Borgarstjórin segði, at tað tó eru fleiri megnar fólk, sum við stoltleika og stríðsanda standa stinn og halda fram við at reka fiskivinnu, hóast tað mangan hevur brotið í bæði borð.
- Ein av hesum fólkum er Hálvdan Gudmundsen. Hann er vaksin upp í einum sjómannaheimi, hevur sjálvur siglt í nógv ár. Hálvdan hevur rikið reiðaravirksemi nú í nógv ár. Tit hava nú aftur tikið eitt megnartak, tit hava ongantíð mist mótið, hóast mangan hevur leikað hart á - og saman við P/F Varðanum í Gøtu hava tit keypt hetta skipið, sum hevur fingið navni Eivind, segði Rósa Samuelsen.