Føroyingar og føroyavinir koma saman til gaman á Norðurbryggjuni sjálvan ólavsøkuaftan, tá kappróðrin verður varpaður út heima úr Føroyum.
Hetta er sætta árið á rað, at ólavsøkan verður hátíðarhildin á Norðurbryggjuni. Eftirhondini er hon vorðin ein somikið fastur táttur í stóra summartilboðunum í høvuðstaði dana, at fólk rokna við, at eitthvørt verður fyriskipað.
Undirtøkan hevur verið sera góð øll árini, og nú eru bæði Føroyahúsið og feløgini har komin í eina fasta legu við nevndini "Skt. Olavfestens venner" á odda.
Nevndin sigur seg fegnast um, at tiltøkini hvíla i sær sjálvum fíggjarliga, og at nakrir sponsorar hvørt ár stuðla so væl. Men, eins og heima í Føroyum, veldst undirtøkan nógv um veðrið.
Eitt serstakt tiltak er gudsænastan, sum á øðrum sinni verður í listaskálanum á Bryggjuni, so alt fer fram a sama stað. Tað óføra vakra fýrverkið undir midnáttarsanginum er ein annar fastur táttur, sun fólk á Bryggjuni og í Nýhavn glaða seg til á hvørji ólavsøku.
Í ár verður eisini roynt at seta ein lítlan flótandi leik á pall í sjónum við bryggjukantin.
- Við grillmati, smurdum breyði, drykkivørum og góðum tónleiki bæði til sang og dans er tað okkara vón, at tað aftur hesaferð skal eydnast at skipa ein hugnaligan "føroyskan dag" á Norðurbryggjuni, har øll eru so hjartans vælkomin, sigur Martin Fjallstein, sum er skrivari í nevndini Skt. Olavfestens venner í Keypmannahavn.
Hini í nevnini eru Heini Davidsen, Hans Petur í Brekkunum, Mogens Nielsen, Judith Nielsen, Jógvan Svabo, Jóannes Højgaard og Gert Róðá.
Meira fæst at vita um ólavsøkuna á heimasíðuni hjá føroyahúsinum www.faroehouse.dk og á Facebook/Gert Róða.