Hátíðarútgáva um Føroyar í sambandi við ártúsundaskiftið út til jóla

Føroyabókin, sum íslendska forlagið Carol Nord ehf. stendur fyri, kemur til Føroya nú undan jólum. Bókin er prentað í Slovenia, og alt hevur verið gjørt fyri at fáa hana til Føroya undan jólum. Prentgreiðslan er sera væleydnað. Gjørt verður nú klárt at koyra bókina út til kundarnar.

Samarbeiðið millum Ísland og Føroyar at framleiða bókina hevur verið sera væleydnað, føroyska og íslendska útgávan eru tær fyrstu og bøkurnar um baltisku londini tær næstu í røðini um øll limalond Sameindu Tjóða.

Teksturin í bókini er skrivaður av kendum føroyingum, og allar tær útivið 300 myndirnar eru tiknar av føroyskum myndafólki. Øll framleiðsla annars er gjørd av Repro-Z í Havn.

Forlagið vónar, at bókin verður væl móttikin og takkar fyri gott samstarv við ynskinum um eini gleðilig jól til allar vinir í Føroyum.


Vinarliga

Ólavur Granz

dir. Carol Nord ehf.

Reykjavik