Fyrsti býráðsfundurin hjá Klaksvíkar býráði í ár verður í annaðkvøld. Millum málini er eitt um at nýta útfyllingina í miðstaðarøkinum til húsvognaøki í summar.
Fleiri og fleiri kampistar koma til Føroya á hvørjum ári, eins og mong tiltøk verða í Klaksvík í summar, so sum Summarfestivalurin, Sjómannadagurin og Norðoyastevnan, eins og at býurin fyllir 100 ár.
Tí mælir Tekniska Umsiting til, at útfyllingin við Sandin verður gjørd til húsvognaøki summarmánaðirnar í ár sum eina roynd.