Summir hósvíkingar hava hugsað seg um av nýggjum og eftir øllum at døma broytt støðu síðan fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging, ið var herfyri. Nú eru meira enn helvtin av teimum, sum hava valrætt í kommununi, sannførd um, at tey eiga at arbeiða fyri eini samanlegging við Sunda Kommunu.
Ein teirra, sum hevur staðið fyri undirskriftainnsavnanini í Hósvík, er Signheðin Davidsen. Hann váttar fyri Sosialinum, at tey hava fingið so mikið nógvar undiskriftir, at tað er meira enn helvtin av teimum, sum valrætt hava.
Listin við undirskriftunum verður nú latin bygdarráðnum við áheitan um, at bygdarráðið tekur málið uppaftur og umhugsar av nýggjum at fara upp í Sunda Kommunu.
?Hesi fólkini munnu hava ásannað, at tað ber ikki til at liggja soleiðis einsamøll millum tvær so stórar kommunur, sigur Signheðin Davidsen. Tað meti eg sum høvuðsorskina til, at summi fólk nú hava broytt hugsan.
Hann sigur, at tað hevur einki við fólkaatkvøðuna í Kirkjubøar Kommunu og úrslitið har at gera, at hósvíkingar nú hava broytt støðu. Undir skriftirnar í Hósvík vóru komnar inn, áðrenn úrlsitið úr Kirkjubø og Velbastað var kent, sigur hann.
Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík, vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið.
?Einki er komið til bygdarráðið enn, sigur hann, og tí fái eg einki sagt. Men bygdarráði hevur skyldu at viðgera øll mál, sum verða send tí, og um ein slík áheitan kemur, verður hon eisini viðgjørd.
Tað er bygdarráðið, sum einsamalt hevur avgerðarrættin yvir, um farið verður upp í Sunda Kommunu ella ikki. Tað sigur Kommunulógin.
Fólkaatkvøðurnar, sum nú hava verið um hesi mál, eru bara vegleiðandi. Men bygdarráðið hevur strangt tikið als ikki skyldu at rætta seg eftir teimum.
Ella sum Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvíka Kommunu, tekur til:
?Tað kundi fyri tað verið Gallup, sum gjørdi eina slíka kanning. Hon hevur sama løgfrøðiliga virði.










