Hósvíkingar eiga raskastu dreingirnar

5-mannafør dreingir: Fýra bátar fóru mest sum stavn um stavn um málið

Tað var framúr spennandi, og tað vóru alla tíðina fleiri um boðið at taka leiðsluna, tá ið dreingirnir kappaðust á norðyastevnu, har líkindini at rógva kapp framvegis eru á góðari leið.

Firvaldur av Tvøroyri og Drekin úr Havnar Róðrarfelag sóu út til at vera væl fyri, og tað var Heykur úr Hósvík.

Í endaspurtinum vóru tað Heykur og Firvaldur, sum stríddist um sigurin, og tað vóru hósvíksdreingir, ið vóru eitt vet undan teimum av Tvøroyri.

Ein stór hálv bátslongd var aftur til Drekan.

1 Heykur 5.15.12

2 Firvaldur 5.15.31

3 Drekin 5.17.23

4 Royndin Fríða

5 Sílið

6 Teistin

7 Karin

8 Tjaldrið

9 Ørnin

10 Jallurin