Sundalagsstevna er hetta vikuskiftið, og í ár er tað Hósvík, sum verður karmur um stevnuna, sum eisini hevur FM-róður. FM-róðrarnir fyri børn byrja leygardagin klokkan 13, og FM-róðurin fyri vaksin byrjar sum vanligt klokkan 15.
Stevnan byrjar annars longu í kvøld, tá ymiskt er á skránni. Klokkan 18 letur tivoli upp í bygdarhúsinum, og tá letur pylsuvognurin, sum eisini er í bygdarhúsinum, upp. Hoppiborgir og tarvur eru í skúlagarðinum, og alt hetta byrjar eisini klokkan 18 í kvøld. Klokkan 23 byrjar tað, sum rópt verður DJ-End Banshees.
Morgindagurin byrjar klokkan 11 við grand prix-rennining, har møtt verður í bygdarhúsinum, og aftan á verður eisini renning fyri børn.
Á middegi í morgin verður nýggja gøtan og brúgvin, sum er bygd um ósan í Hósvík, alment tikin í nýtslu, og klokkan 14 í morgin fer Kim Durhuus, borgarstjóri í Sunda kommunu, at seta sundalagsstevnu.
Seinnapartin í morgin letur alt tað vanliga uppaftur, tivoli, pylsuvognur, matsøla, hoppiborgir og annað gott, sum er á stevnuni. Barnaróðrar byrja sum nevnt klokkan 13 - og róður fyri vaksin klokkan 15.
Út á seinnapartin í morgin verða eisini framsýningar, útimøti og annað.
Klokkan 22 í annaðkvøld verður føroyskur dansur í róðrarneystinum, og klokkan 23 fara 4-ever at spæla til dans. Á midnátt verður midnáttarsangur, og fýrverk verður skotið.
Sunnudagin verður gudstænasta í Hósvíkar kirkju við Bergtóru Hjelm Bjarkhamar, og út á dagin lata framsýningarnar uppaftur, eins og tivoli, pylsuvognur og matsøla eisini verða seinnapartin sunnudagin.
Myndina av Hósvík tók myndamaðurin, Jens Kristian Vang, hósdagin í síðstu viku.









