Hýsuprísurin uppfarin

Prósurin á hýsu hevur verið nógv betri á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum hesa vikuna enn í seinastuni, og sjálvt meiri enn 50 tons av hýsu var á marknaðinum í dag, helt prísurin sær rímiliga væl sum heild.

Týsdagin fór hýsa I fyri 13,50 krónur, í gjár fyri 13,00 krónur, og í dag var prísurin 11,70 krónur í meðal fyri kilo. Prísurin á hýsu II var 11,75 krónur týsdagin, 10,76 krónur í gjár og 11,28 krónur í dag, og hýsa III fór fyri ávikavist 11,96 krónur, 10,58 krónur og 9,97 krónur hesar tríggjar dagarnar. Til samanberingar kann nevnast, at fyri einari góðari viku síðani lá meðalprísurin fyri hýsu II og III beint oman fyri sjey krónur.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 145 tons í dag fyri góðar tvær milliónir krónur. Góð 40 tons vóru av toski, tað mesta toskur III, sum fór fyri 12,47 krónur. Av svartkalva vóru góð 20 tons, sum fóru fyri 32 krónur í meðal, og upsin, eini 15 tons, fór fyri níggju krónur kilo.