Hýsuprísurin kvinkar uppeftir

Meðan prísurin á toski hevur verið rættiliga støðugur á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, hevur hýsuprísurin hug at kvinka uppeftir, og í dag var hann væl oman fyri prísin teir seinastu dagarnar. Umleið átta tons av hýsu vóru á uppboðnum í dag. Hýsa II fekk meðalprísin 12,85 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 11,93 krónur fyri kilo. Av toski vóru eini sjey tons, og prísurin lá millum góðar 13 og góðar 15 krónur.

Nakað var av kongafiski, góð seks tons, men prísurin var lágur, og tað mesta fór fyri 8,85 krónur fyri kilo.

Nakað av upsarognum hevur verið á marknaðinum teir seinastu dagarnar. Í dag vóru trý tons, og prísurin var seks krónur fyri kilo.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 32 tons í dag.