Hýsuprísurin heldur sær

Aftur í dag var prísurin á hýsu góður á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya. Góð 40 tons av hýsu vóru á uppboðnum í dag, og tað mesta var frá línuskipunum Sigmundi, Polarstjørnuni og Helenu.

Tann størsta hýsan, hýsa I, kom upp í 20,70 krónur og fór fyri 17,33 krónur í meðal fyri kilo. Besti prísurin á hýsu II og III var 17,80 krónur, og meðalprísurin var ávikavist 15,64 og 15,72 krónur. Tann minsta hýsan, hýsa IV, fór fyri 8,96 krónur í meðal fyri kilo.

Besti toskaprísurin var 20,40 krónur, og meðalprísurin á tí størsta toskinum var 17,78 krónur fyri kilo.