Hýsuprísurin fall nógv

Línuskip og útróðrarbátar, sum seldu á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag, fingu nógv minni fyri hýsuna, enn bátar og skip hava fingið teir seinastu dagarnar. Umleið 40 tons av hýsu vóru á uppboðnum í dag, tað mesta hýsa II og III, sum fór fyri ávikavist 8,85 krónur og 8,38 krónur fyri kilo. Til samanberingar kann nevnast, at seinasta fríggjadag var prísurin ávikavist 12,67 krónur og 11,69 krónur.

Hinvegin fór prísurin á toski eitt vet uppeftir í dag. Uppboðssølan seldi góð 20 tons av toski. Tað mesta var toskur III, sum fór fyri 16,26 krónur í meðal fyri kilo.

Línuskipini høvdu knappliga 20 tons av longu, og prísurin lá báðumegin 13,00 krónur. Eitt garnaskip seldi umleið 12 tons av svartkalva og fekk góðar 29 krónur fyri kilo.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 111 tons í dag fyri eina millión og 460.000 krónur.