Høst í Føroyum

TíÐindaskriv frá Listasavni Føroya

29. oktober til 19. desember í 2004 verður Oluf Høst-framsýning í Listaskálanum.
Listasavn Føroya skal millum annað vísa nýtt í føroyskari list. Listasavn Føroya hevur í mong ár vónað at fáa í lag eina Oluf Høst-framsýning í Føroyum. Í ár hevur eydnast at gera avtalu við Oluf Høst Museet í Gudhjem at læna Lista-savni Føroya ikki færri enn seksti av høvuðs-verkum listamansins og soleiðis skapa grundar-lag undir listaframsýningini Høst í Føroyum.
Høst og Føroyar
"Eg leiti í roynd og veru í málningalist míni eftir tí tigandi guddóminum í náttúruni. Málningurin hevur ikki skapað listamálaran í mær, tað hevur sjálv náttúran."
Oluf Høst (1884-1966)
At listamálarin Oluf Høst var so fast bundin at náttúruni og dugdi so væl at eygleiða tað, hann sá, hevur gjørt hann til ein tann mætasta listamann, Danmørk hevur átt. Listaverkini hjá Oluf Høst vísa, at hann alt sítt lív hevur roynt at lýsa havið, klettarnar og luftina á Borgundarhólmi, har hann er føddur og uppvaksin, og hetta ger tað, at málningalist hansara er so lík føroyskari málningalist.
Framsýningin Oluf Høst í Føroyum er partur í strembanini hjá Listasavni Føroya at vísa í Listaskálanum øðrvísi listaleiðir. Vit vilja lýsa evnið og formliga samspælið millum verkini hjá Høst og í føroyskari list. Sam-bandið millum Oluf Høst, sum málaði úr sínum útjaðara í heiminum, á Borgundarhólmi, og listina í einum øðrum útjaðara í heiminum, Føroyum, er sterkt, ikki bara hjá faðir at føroysku myndlistini, Sám-ali Joensen-Mikines, sum Oluf Høst hevði nógv samband við. Í myndunum hjá Sámali Joensen-Mikines sæst nógv av Oluf Høst, men eisini í nýggjari list í Føroyum. Náttúruromantikkurin og áhug-in fyri tí metafysiska eru framvegis høvuðsrák í tí føroysku listini, rák, vit kenna aftur í listini hjá Oluf Høst, og sum lýsa eisini norðurlendska listasiðvenju.
Upplatingardagur
Upplatingardagurin verður fríggjadagin 29. oktober klokkan 17-19, fjølmiðlarnir eru hjarta-liga vælkomnir. Stjórin á Oluf Høst Museet, Jens Henrik Sandberg, setur framsýningina.
Fólk eru vælkomin at ringja á tlf. 313579 ella 214282 at seta seg í samband við savnsleiðaran at frætta meiri um framsýningina.
Tað ber eisini til at senda teldupost til
inger@art.fo