Høsna-supputerningurin

Hvør ger soð frá grundini longur?

Tey fægstu, tíverri! Kanska bara matstovurnar og eldra langommu-ættarliðið.

Tað er annars rættiliga einfalt, men krevur kortini at ein grýta kókar varliga fleiri tímar.

Hóast køkarnir í Føroyum aldrin áður í søguni hava verið glæsiligari og betri útgjørdir, so eggjar rokuti gerandisdagurin hjá vanligum barnafamiljum í dag ikki júst til slíka góða gamla køks-mentan.

Soðið frá eini góðari køkihønu telist uttan iva millum mest fantastisku smakkum, ið eru til. Tey, ið ikki hava roynt hetta, unnið tykkum hesa fragd! Men minnist til at brúka eina góða dygdar-hønu. Ikki eitt sovorðið fryst papp-neyðarræ.

Men hvat megnar ein nýmótans handils-høsnarbótarmoli?

Fyrst og fremst framleiða soð-fyritøkur í dag bæði vælkendu bótarmolarnar og so hesar nýggju soðkonsentrat-fløskurnar. Eisini verður bæði hønan og høsnarungin nýtt sum grundarlag.

Bótarmolarnir kunna goymast turt, svalligt og rættiliga leingi, meðan fløskurnar skula goymast kalt og halda sær væl styttri.

Vælkendi supputerningurin er uppfinnilsi frá 1908. Tað var navnframa sveisiska fyritøkan, Maggi, sum var hin fyrsta at senda ein bótarmoli á marknaðin.

Liðugtgjørd kraft er jú beistalætt at havast við. Bara at taka ein supputerning úr skápinum og morla í sósina ella suppuna.

Men hvussu er góðskan av hesari ídnaðarvøru?

Heili 9 sløg av høsnasoði eru í løtuni at finna á føroysku handilshillarnar. Har finnast bæði multinationala Knorr, Private Label frá Coop, 90’ara-ikonið Touch of Taste, tann bretski Oxo, tann lítli vistfrøðiligi týski og so tann modernaði Oscar.

Hvat er ein handilsbótarmoli?

Fyrst og fremst salt, salt og salt. Og ov nógv salt er ikki gott fyri okkum. Og so er tað hesin afturvendandi smakkgevarin, ið ídnaðurin elskar: mononatriumglutamat.Harfaturat feitt og ymiskt krydd og so skiftandi nøgdir av kraft frá nakað, ið einaferð var ein høna ella ungin.

Havi hug at nevna Oscar-fyritøkuna. Teir hava veruliga ment supputerningin 2.0. Nógvar gamlar “ídnaðar-ónáðir” eru tiknar burturúr. Eitt nú inniheldur vørurnar frá teimum hvørki haldevni, litevni ella umstrídda smakk-styrkjaran, Mono-Natrium-Glutamat (MSG=Mono-Sodium-Glutamat=E621), ið nógvir heilsumyndugleikar í heiminum hava eftirlit við, av tí at hetta kemiska evnið møguliga kann hava skaðiligt árin á mannalikamið. Mat-ídnaðurin hevur annars elskað hetta kemiska evnið, av tí at tað sum ein neurokemisk tilgongd »lumpar« heilan til at trúgva, at nógv protein/kjøt er í vøruni. So ber jú til at minka um veruligt (og dýrt) kjøt-innihald.

Skoðsmálini eru latin í mun til kraft og reinleika í høsna-smakkinum umframt saltjavnvágina.

Nøgdirnar eru roknaðar um til liðugt soð.


Touch of Taste Høsnarungasoð (FK),

kr. 29,95/4 L (kr. 7,49/L)

Salt ++, einfaldur, veikur og ikki serliga ”reinur” smakkur.

1 stjørna *


Coop Hønubótarmoli (FK),

kr. 9,95/ 6 L (kr. 1,66/L)

Salt +++. Uha!!! Salt, feitt og ivasamt krydd. 0 stjørnur

Coop Høsnarungasoð (FK), kr. 24,95/ 4 L (kr. 6,24/L)

Salt+. Kundi verið ein tynt útgáva frá Oscar, nú sum Private Label.

3 stjørnur ***


Natur Compagnie Vistfrøðilig Hønubótarmoli (FK),

kr. 15,95/ 4 L (kr. 3,99/L)

Salt-javnvágin er í lagi. Rættiliga reinur og neyvur hønu-smakkur.

4 stjørnur ****


Knorr Vistfrøðilig Høsnarungabótarmoli (Miklagarður),

kr. 19,95/ 3 L (kr. 6,65/L)

Salt++. Veikur smakkur. Tað er heldur kryddsmakkur.

2 stjørnur **


Oscar Høsnarungasoð (Miklagarður),

kr. 36,95/ 6 L (kr. 6,16/L)

Salt+. Góður og kraftmikil smakkur av høsnarunga, men saltið er í meira lagi.

4 stjørnur ****


Knorr Hønubótarmoli (Miklagarður),

kr. 17,95/ 6 L (kr. 2,99/L)

Salt++. Rættiliga reinur hønusmakkur, men saltingin er hørð.

3 stjørnur ***


Oxo Høsnarungabótarmoli (Miklagarður),

kr. 24,95 / 2,28 L (kr. 10,94/L)

Salt++. Sera hart kryddaður bótarmoli, ikki nógvur høsnarungasmakkur.

1 stjørna*


First Price Hønubótarmoli (Miklagarður),

kr. 10,95/ 6 L (kr. 1,83/L)

Salt++. Veikru og einfaldur smakkur. Ov nógv salt.

2 stjørnur **