FLOKSTING
Sum vanligt er, tá politiskir flokkar halda aðalfund, landsfund ella floksting, eru tað serliga politikarar og tey mest framstandandi í flokkinum, sum brúka mestu talutíðina. Men tað eru eisini løtur, tá orðið er frítt, og høvi er hjá fundarfólki at biðja um orðið og gera viðmerkingar.
Á flokstingi hjá Tjóðveldi í Haraldssundi smæddust tey ungu í flokkinum ikki burtur. Fleiri bóru fram greið sjónarmið, sum serliga viðkoma teimum ungu, og her vóru tað serliga útbúgvingarviðurskifti í Føroyum, sum tey settu ljóskastaran á.
Á áhoyraraplássunum vóru bæði ung, tilkomin og eldri, og elsti áhoyrarin var trúgvi tjóðveldismaðurin úr Saltangará, Petur Højgaard, sum í dag er 92 ára gamal. Hann hevur mangan í skrift og talu givið síni sjónarmið til kennar.
Petur Højgaard hevur áður fortalt, hvussu hann upplivdi tað, tá ein meiriluti av teimum føroyingum, sum vóru á vali, atkvøddu fyri loysing hin 14. september í 1946?
- Dagin eftir fólkaatkvøðuna, tá Føroyar høvdu valt at loysa, spældu børnini úti sum áður, hønurnar vurpu akkurát tað sama, og kýrnar mjólkaðu minst líka væl sum dagin fyri.
Soleiðis málbar hin nú 92 ára gamli tjóðveldismaðurin seg, tá hann á einum 14. septemberhaldi á Eiði fyri fáum árum síðan segði sína søgu um hesar dagarnar.