Í hesum døgum eru næmingar úr føroyska fólkaskúlanum í starvsvenjing kring landið, vit hava eisini havt nøkur av hesum ungu fólkum í starvsvenjing her á Sosialinum, eins og vit so ofta hava havt fyrr. Man roynir eftir førimuni at vísa teimum dagligu gongdina á arbeiðsplássinum. Tey sleppa at skriva onkra grein, gera onkra samrøðu, vera við á tíðindafundum og luttaka á redaktiónsfundum. Vit royna at vísa teimum, hvussu okkara arbeiðspláss og eisini okkara yrki er.
Eg havi rættiliga góðar royndir við at geva hesum ungu ábyrgd, og lata tey røkja ávís øki, so leingi sum hesi øki ikki eru ov stór, og at upplæringin er nóg góð. Soleiðis at tey ungu ikki verða ovbyrjað, og tað ikki gongur út yvir góðskuna á blaðnum, portalinum ella planetini.
Men eftir at hava sæð Dag & Viku týskvøldið kann eg ikki annað enn staðfesta, at í Sjónvarpinum fáa tey ungu í starvsvenjing munandi størri ábyrgd og eftir øllum at døma uttan nakra uppvenjing. Sendingin týskvøldið var so illa framleidd, at tað ómøguliga kann vera ein persónur, sum hevur sitið við knøttarnar áður, sum var framleiðslustjóri. Eftir einar tjúgu minuttir við sera óstøðugari kameraføring, vóru veðurtíðindini á skránni. Men ístaðin fyri tann heldur klodduta veðurgrafikkin, skifti myndin yvir á eina unga gentu, ið sat í einum skýmligum skoti. Í mun til allar tær longu løturnar, har vit sóu í vangan, hjá snotiliga, men ofta mismælta vertinum, so skifti myndin rættiliga skjótt aftur, og vit fingu ikki nakra frágreiðing.
Men eg kann bara gita, at ivaleyst var ein vinkona hjá unga framleiðslustjóranum, ella kanska onkur annar, ið var í starvsvenjing, tó uttan at fáa líka nógva ábyrgd.