Háskúlin vitjaði á Nólsoyar Pálsgarði

Feðaleiðari á ferðini í dag var Hedvig Westerlund-Kapnas, stjóri, sum byrjaði í starvinum hin 1. oktober í 2019.

 

Tá vit komu fram við Nólsoyar Pálsgarðinum í dag, stóð ein stórur bussur uttan fyri, so forvitnið dreiv meg innar. Tá var talan um eitt pensjónistaskeið á Føroya Fólkaháskúla, sum var á námsferð í Norðoyggjum.

Áðrenn leiðin bar aftur til Tórshavnar, høvdu tey steðgað í Christianskirkjuni, og nú stukku tey inn á gólvið á Biskupstøðgarðinum. Tað er næstan ikki dagur, at okkurt ferðalið ikki steðgar á her, visti Heri Ellingsgaard, nevndarlimur, at siga.

Heri Ellingsgaard hevur nú eisini ætlanir um at fara á eitt slíkt pensiónistaskeið, sum í hesum føri byrjaði síðsta týsdag og er liðugt komandi sunnudag, har tey læra nógv ymiskt og eisini sleppa at síggja seg um í egnum landi.

Feðaleiðari á ferðini var í dag Hedvig Westerlund-Kapnas, stjóri.

Stjórar, sum hava verið áðrenn Hedvig Westerlund-Kapnas, ið byrjaði í sínum starvi hin 1. oktober 2019, eru hesi:

Annfinnur Heinesen (2014–2019)

Rói Patursson (1988-2014)

Thorben Johannesen (1980-1988)

Steinbjørn B. Jacobsen (1970-1980)

Marius Johannesen (1953-1970)

Jóhannes av Skarði (1942-1953)

Símun av Skarði (1899-1942).

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##