Háskúlin 100 ár í Havn

Í dag, 9. desember, eru 100 ár liðin síðan Føroya Fólkaháskúli, sum var stovnaður í 1899, varð fluttur frá Føgrulíð á Borðoynni til Havnar og tikin í nýtslu.

Skúlin varð bókstaviliga fluttur. Bygningurin í Føgrulíð varð tikin niður og settur upp á Frælsinum, har Háskúlin er í dag. Tað vóru teir báðir Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði, sum settu skúlan á stovn fyri 110 árum síðan.


Í blaðnum Tingakrossi 15. desember 1909 er ein tíðindastubbi um Háskúlan. Har stendur m.a. at hóast tað var ódnarveður hósdagin 9. desember vóru umleið hundrað fólk møtt til hátíðarhaldið, tá skúlin alment varð tikin í nýtslu. Aftan á at tey høvdu sungið sangin “Tá alfagra land mítt” helt Símun av Skarði røðu, har hann m.a. segði, at endamálið við skúlanum var at skapa eitt rætt ryggrað í Føroya ungdómi, so hann kann verða sjálvbjargin í huga og verki. Aðrir sum hildu røðu vóru Rasmus Rasmussen fyri háskúlan, Andrias Evensen, prestur, Jákup Dahl, realskúlalærari og Jóannes bóndi. Hátíðarhaldið endaði við einum sjeyfaldum hurrárópi fyri, at skúlin mátti virka væl og leingi.

Síðan 1988 hevur Rói Patursson verið skúlastjóri á Føroya Fólkaháskúla.

-red