Háskúlaskeið fyri fólk við sálarligum órógvi

Fyri fjórðu ferð á rað skipar Stuðulstænastan saman við Føroya Fólkaháskúla fyri Háskúlaskeiði fyri brúkarar við sálarligum órógvi

Ætlanin við háskúlauppihaldinum er at geva teimum luttakandi betri lívskvalitet, har tey fáa møguleika fyri at royna seg í ymiskum viðurskiftum undir vardum umstøðum. Hetta verður gjørt við at varpa ljós á førleikar heldur enn avmarkinganar, har luttakararnir kunnu virka undir fríum og kreativum umstøðum. Eisini fáa luttakararnir royndir innan sosiala samveru, av tí at nógv virksemi fer fram í felagskapi við aðrar luttakarar.

Øll, ið eru áhugað í at koma á háskúlauppihald, eru vælkomin at melda seg.

Háskúlaskeiðið verður í døgunum 13. til 16. mai 2008.

Kunningarfundur um háskúlaskeiðið veður 1. apríl kl. 19.00 í Løkjukafeini, Løkjatún 1 á Argjum. Har fáa tey luttakandi møguleika fyri at gera sína ávírkan galdandi, áðrenn háskúlaskeiðið verður endaliga skipað. Verkstøðini, ið vóru á skeiðinum í fjør, vóru m.a. glas-, lista-, og skriviverkstaður.

Tilmelding fer fram við at venda sær til Løkjukafeina.

Møguleiki er fyri at søkja um fíggjarligan stuðul frá Almannastovuni, um umsøkjarin lýkur fíggjarligu treytirnar, ið eru ásettar í Almannalóggávuni.

- Vit gleða okkum til 1. apríl, tá kunningarfundurin verður í Løkjatúni, har vit vænta at síggja fleiri áhugað fólk, ið ætla sær at luttaka á háskúlaskeiðinum, sigur Stuðulstænastan og Føroya Fólkaháskúli.