Háskúlanæmingar takka og hava opið hús

Fyrsta skeiðið á Ítróttaháskúlanum er av, og næmingar hava opið hús við vísusangi, kaffi og køkum.

Fyrsta skeiðið á nýggja ítróttaháskúlanum í Suðuroynni endar um vikuskiftið. Og næmingarnir vilja fegnir takka fyri seg og hava tí opið hús, har tey bjóða bakstur, kaffi og Hanus G. Johansen luttekur við vísusangi.

 

Næmingarnir siga, at teir vilja takka fyri ta hjálp og tann blíðskap, ið tey hava upplivað, meðan tey hava luttikið á heystskeiðnum á Ítróttaháskúlanum.

 

Tí verður almenn hugnaløta, opið hús, í Stóra Pakkhúsi í Vági fríggjakvøldið klokkan 20:30.

 

Næmingarnir verða ar hitta, framføra kanska okkurt smávegis og Hanus G. Johansen luttekur við vísusangi.

 

Leygardagin fyrraparin er móttøka fyri næmingum og foreldrum,og so er fyrsta skeiðið av, og várskeið er fyri framman í nýggja árinum.