Elin og eg koma frá somu bygd í Føroyum – Sørvági. Hon er trý ár eldri, og eg minnist væl, hvussu vit smágentur sóu upp til vøkru og ikki minst klóku Elin Olsen, sum navnið var, tá hon búði í Sørvági.
Í 1980-inum var rákið at fara á háskúla, tá ein var liðugur við 10. flokk. Fleiri av vinfólkunum hjá Elini høvdu verið á Nordhordland háskúlanum í Norra, og tí valdu Elin og syskinabarnið at fara á sama skúla.
Hetta var 1985. Elin gekk á skúlanum í eitt ár, men fór yvir aftur at arbeiða á skúlanum í 1987. Tað var í tí høpi, at hon hitti Øyvind Kjetland, ið seinni gjørdist maður hennara.
– Eg flutti av røttum til Noregs í 1989. Tá varð eg gift við Øyvind, og vit búsettu okkum her eg búgvi enn, í Haugesund.
Eftir nøkrum árum komu børnini, Oda Karin, 17 ár, Johannes, 15 ár og Sigmund, 10 ár.
– Eg gjørdi eitt aktivt val at vera heima við børnunum, meðan tey vóru smá. So fyrstu seks árini var eg so at siga bara heima, greiður Elin frá.
Tá børnini gjørdust størri, fór Elin undir víðari lestur í Stavanger, og í 2008 gjørdist hon liðug sum sosialráðgevi.
Meðan hon las byrjaði hon við einum nýggjum ítrivi – nevliga at skjóta.
– Mær dámar sera væl at skjóta, eg skjóti bæði við luftpistól og kalibur 22. Fyri nøkrum árum síðani vann eg faktiskt eina kapping her í økinum og gjørdist økismeistari, sigur hon og fnisar eitt sindur.
Virkin
Elin hevur nógv jørn í eldinum. Hon skýtur ikki bara, hon spælur eisini flogbólt, er aktiv innan Reyða Kross, og í løtuni tekur hon eina endurútbúgving fyri at kunna starvast sum lærari framyvir.
Nú arbeiður hon á einum miðnámsskúla, og afturat sínum fasta starvi arbeiðir hon eisini á einum barnarverndarstovni sum »miljøterapeut«.
Fyri fimm árum síðani vóru hon og maðurin sundurlisin, men tey búgva bert 300 metrar frá hvørjum øðrum, samstarvast væl um børnini, og eru enn góðir vinir.
Verður tað Norra
restina av lívinum?
– Nei, restina av lívinum ljóðar so leingi. Hevði tað ikki verið fyri børnini, hevði eg ikki verið her nú. Eg leingist eftir at fara longri burtur. Kanska Ný Sæland ella eitt u-land í eina tíð.
Elin sigur tó at Norra er eitt fantastiskt land at búgva í, og at hon trívist væl.
– Mær dámar væl norsku skipanina. Lønirnar eru rímuligani høgar, skatturin lágur, og um ein gerst sjúkur fær ein somu løn sum áður, greiður hon frá.
Elin var sjálv so óheppin í vár, at hon sleit hælsinuna og gekk á høkjum í fleiri mánaðir, men nú er hon so spakuligani farin aftur at íðka flogbólt.
Vitjar heima
Elin vitjar minst einaferð um árið heima í Føroyum. Familjan er stór, og tað eru tey, hon mest nýtir tíð saman við, tá hon er heima.
Tað er týdningarmikið hjá henni at varðveita føroyska málið, og tí lesur hon regluliga á Portalinum fyri at læra seg nýggju føroysku orðini.
– Eg haldi ikki at málið hjá mær er broytt tað stóra, síðani eg flutti til Noregs. Um tað er, so hevði mammubeiggi mín, ið er serkønur í føroyskum, verið skjótur at sagt tað við meg, sigur hon.
At flyta aftur til Føroya hevur hon ongar ætlanir um, men tankin er ikki heilt fremmandur fyri henni.
– Tað kann verða at eg komi aftur tá eg verið gomul, ella so er tað kanska líka so gott at varðveita Føroyar sum tað dreymaland tað er í mínum tonkum nú, sigur Elin Kjetland