Húsini hjá Hákun Djurhuus rivin niður

Á ársins longsta degi hvarv ein bý­ar­mynd í Havn. Gomlu eyðkendu hús­ini hjá Hákun Djurhuus, fyrr­ver­andi løg­manni, sum hava staðið á Kráku­steini í Havn síðani tey vórðu bygd í 1887, vórðu í orðs­ins rætta týdningi skrødd sundur og beind burt­­ur við stórum krana og last­­bilum.

Tað er eitt felag, sum eit­ur »frá 25. september 1978 Sp/f«, hjá makrelreiðaranum í Hirtshals, kvívíkinginum Gull­ak Madsen, sum eigur hús­ini, sum hann keypti frá arv­ing­u­num hjá Hákuni Djur­huus fyri nøkr­um ár­um síðani. Hann keypti um sama mundið eis­ini grann­­­a­húsini, gomlu post­meist­­ar­a­hús­ini. Almenni søluprísunin fyri hesi húsini til­sam­ans lá um 12 milliónir krón­ur. Grundstykkini eru á­vika­vist 331 fermetrar og 436 fer­metr­ar, so tað gevur ein fer­metr­a­prís – um vit bara hugsa um grund­stykk­ið – upp á út við 16.000 krónur.
Sum skilst er ætlanin at byggja skrivstovubygning á báð­um grundstykkjunum.
Áðrenn Hákun Djurhuus keypti húsini, átti Kristian Djur­huus, fyrrverandi løg­mað­ur, hús­ini – sum soleiðis ikki hava so lítlan týdning í Føroya søgu...