f. Føroya Forngripafelag
Mortan Winther Poulsen
???????????
Tá húsini hjá Knút Lamba og tey í Funningsstovu vórðu rivin, og Føroya Sparikassi kroysti hatta stóra húsið inn í staðin, gjørdi Føroya Forngripafelag eitt stórt arbeiði fyri at vísa á tað stóra virðið, ið lá í hesum býarpartinum við Tinghúsvegin, sum Rasmus Effersøe í sínari tíð stílaði fyri.
Tíverri vann okkara stríð ongan frama, men tá túrurin kom til Sloans og Heinesens hús, var uppfatanin tíbetur so mikið broytt til tað betra, at Telefonverkið ikki fekk loyvi til at ríva tey og seta ein stóran bygning í staðin.
Tað kom tí dátt við, og sera óvæntað, tá Jan Christiansen, borgarstjóri, legði hesa kollveltandi ætlanina fyri Tinghúsvegin fram í Sosialinum nr. 44 frá 4. mars 2004. Tá sagt verður, at byggisamtyktin loyvir einum so stórum húsi har á staðnum, má vera svarað, at hon so sanniliga eisini loyvir húsunum hjá Antoni Degn at verða standandi. Vónandi eru vit nú komin so langt í uppfatan, at slík oyðandi hending ikki verður framd.
Vit eiga at fara serliga væl um tað, sum sermerkir ávísu býarpartarnar ? tað er hetta, ið fær varandi virði.
Føroya Forngripafelag vil tí inniliga heita á Tórshavnar býráð um ikki at fremja hesa ætlan, tí nú er nóg mikið oyðilagt við Tinghúsvegin, og tað, sum nú stendur eftir, vil vera ein perla fyri framtíðina.
Farið væl um fornminnini í býnum, tí tað eru tey, fremmandafólkini fyrst bíta merki í, og flestu av heimafólkunum gleðast um tey.
Vit vilja eisini takka Jógvani Arge fyri hansara støðutakan í Grækarismessurøðuni, og vóna, at hann fær góða undirtøku í býráðnum.
Tað er royndur lutur, at eitt fólk verður mett eftir, hvussu tað fer um søgu sína.
NB!
Her kann passandi skoytast upp í til Birgar Johannesen (Dimmalætting 16. mars), at okkara trúgv og vón er, at bókasavnið í Erlings Jalsgøtu er í góðum hondum hjá Føroya Lívstrygging og at tí verður langt LÍV lagað í uppruna líkinum, ið er væl staðfest á tekningini hjá Floru Heilmann.