Sumbingurin, Varnik og kona hansara, Marianna frá Gjógv, sum búgva í Vestmannaoyggjunum, upplivdu at missa nýggju húsini, tey høvdu bygt, tá tað fór at goysa so ógvusliga eina hávetursnátt í 1973.
- Vit høvdu búð í húsunum í umleið eitt ár. Hetta var um 02-tíðina um náttina, meðan vit lógu og svóvu. Tað var skiparin hjá mær sum ringdi. Hann byrjaði við at siga: ”Róligur, róligur…”
Varnik Niclasson sigur, at hann visti slett ikki, hvat skiparin meinti við, men tá var tað farið at goysa.
- Skiparin bað okkum koma oman í havnina og oman í bátin beinanvegin. Tá vit hugdu út, stóðu eldsúlur longu upp úr fjallinum, sigur sumbingurin í Vestmannaoyggjunum.
Tá Vikublaðið vitjaði í Íslandi í heyst, vitjaðu vit eisini ein dag í Vestmannaoyggjunum. Hetta var ein góður og sera hugnaligur dagur, har vit hittu føroysku hjúnini, Varnik Niclason og konu hansara, Marionnu.
Hon fór til Íslands at arbeiða, og hann fór yvir at royna eydnuna sum fiskimaður. Tey hvørki kendust ella vistu av hvørjum øðrum, fyrr enn tey blaðung ein dag møttust mitt úti á vegnum í Vestmannaoyggjunum.
- Tað var okkurt, sum dró meg til Íslands, og eg vildi bara sleppa yvir hagar. Hví so var, dugi eg ikki at siga, men eg kendi ongan har yviri, sigur Marianna.
Men, hvat var tað, sum førdi Varnik Niclasson til Íslands, og hvussu byrjaði ævintýrið hjá honum í Íslandi?
- Eg byrjaði at sigla sum 13 ára gamal, og eg hevði longu sum 17 ára gamal verið fýra summar við slupp undir Føroyum. Vit royndu eftir sild norðan fyri og saltaðu umborð.
Hann sigur, at um heystið í 1963, tá hann júst var komin aftur av skipi, var lýsing í føroysku bløðunum, har íslendskt felag søkti eftir royndum flekjarum til trolarar.
Hann sigur, at teir vóru fimm ungir dreingir úr Sumba, sum fóru til Íslands, og sjálvur var hann bert 17 ára gamal. Tá hann kom heim aftur til Føroya um heystið, hevði hann 18.000 kónur í hondini.
- Heim komin fór eg inn í Føroya Banka at seta pengarnar inn. Tað var ein ung genta, sum tók ímóti mær í bankanum, og eg minnist, at hon rádnaði, tá hon sá allar pengarnar, eg hevði við mær.
Hann vísir á, at um hetta mundið vóru línubátarnir byrjaðir í Føroyum, og tá var ein góð ársløn einar 5000-6000 krónur.
- So góð var fortjenastan í Íslandi um hetta mundið í mun til í Føroyum, leggur Varnik Niclasson aftrat.