Húsið var í triðja heftinum

Tað gjørdist seðil nummar 101, sum vann íbúðina frá Høgna Mikkelsen á lutaseðlunum hjá HB

Talan var helst um størstu burturlutingina í Føroya søgu, tá HB hevði bílagt sær torgið í SMS fríggjadagin.
Síðani í vár hava HB-stuðlar selt lutaseðlar, har ein íbúð í Berjabrekku var høvuðsvinningurin, og sum vera man, so var spenningurin stórur, tá dragast skuldi.
At velja seðlar burtur úr stóru rúgvuni hevði HB fingið Bjarna Djurholm landsstýrismann, og mong mundu fylgja spent við, tá drigið varð.
Eftir at tíggju seðlar fyrst vórðu drignir upp úr stóra sekkinum, vórðu tølini á hesum lisin upp. Seinasti seðilin var sjálvandi tann, sum íbúðin var á, og hevði hesin nummarið, 101.
Tað vil við øðrum orðum siga, at vinnaraseðilin longu var farin, tá sett varð á trijða heftið av lutaseðlum, men tað mundi nú ikki oyðilegggja gleðina hjá HB-stuðlunum. Tilsamans høvdu tey selt 20.000 seðlar, og við einum 100-krónu seðili fyri hvønn merkir tað, at ein millión lá eftir, eftir at íbúð og aðrir vinningar vóru goldin.

Sponsor-sáttmáli
Umframt at vinnarin av lutaseðlinum skuldi finnast, so varð høvið eisini nýtt til at undirskriva nýggja sponsoravtalu millum HB og SMS.
Sum vit nevndu í fríggjadagsblaðnum, so er hetta fyrsta ferðin, at SMS verður høvuðsstuðul hjá ítróttarfelag, og Rógvi Róin, sum umboðaði SMS helt fyri, at hetta var nakað, sum tey vóru ógvuliga spent uppá.
Somuleiðis frøddist Birgir Enghamar, formaður í HB, um nýggju avtaluna, sum fevnir um tvey ár. Undan hesum hevur Føroya Bjór verið høvuðsstuðul hjá HB, og teir halda so eisini fram, tó at tað nú verður á rygginum og ikki á bringuni, at teirra búmerki fer at síggjast.