Húsið opið aftur sum vanligt

Nú jólini eru farin afturum fara tey í Húsinum í Klaksvík undir enn eitt ár við nógvum spennandi tiltøkum fyri børn og ung. Januar og februar eru vanliga tveir myrkir og kaldir mánaðir, men í húsinum er bæði heitt og hugnaligt. Á skránni er eitt nú filmskvøld, borðtenniskapping, grýlukvøld í svimjihøllini, grýlu diskotek fyri børn, Lán-Party og mangt annað. Tann 28. februar hevur Húsið 3 ára føðingardag, og tá verur eisini okkurt spennandi á skránni. Onkur konsert verður eisini, so tað er bara um at fylgja væl við á kalendaranum nær tiltøkini vera.