Húsið hátíðarheldur tvey ára føðingardag

Í dag eru tvey ár síðani Húsið í Klaksvík lat dyrnar upp fyri børnum og ungum. Hetta verður hátíðarhildið við listaframsýning og konsertum Nógv virksemi hevur verið hesi seinastu tvey árini, og nógv børn og ung vitja dagliga Húsið.

 

Í dag hátíðarheldur Húsið dagin við fernisering við Rebekku Auðunsdótir, sum hevur víst fram kjólar o.a., sum hon sjálv hevur seymað.

 

Klokkan fimm byrjaði konsert við bólkinum Sirkus, og klokkan níggju verður konsert við bólkinum A-larm. Eisini hevur nýggja kafein hjá ungdóminum -?Lady Bug? opið allan dagin.