Tittul: Húðsemi
Rithøvundur: Tóroddur Poulsen
Kápu: Ova
Prísur: 140 kr.
Eg siti í spenningi og bíði hvørji jól, faktiskt gleði eg meg nógv meir at fáa eitt savn av Tóroddskum orðum millum hendurnar enn nakað annað, sum nú eina ferð jólini bera við sær av ótroyttiligum orðaskvaldri.
Seinasta savnið kom út í fjør og nevndist tað Blóðroyndir, nú hevur Tóroddur flutt seg út um húðina, og skrivar um tað, sum fær sveittaperlurnar fram í summum føroyingum.
Stílurin er heldur ikki tann sami, tíbetur. Tað, sum gleðir meg hvørja ferð eg lesi Tórodd er, at yrkingasøvn hansara ongantíð líkjast. Tað Tóroddska málið og okkurt tema, so sum guli skúli, málningurin og annað skínur ígjøgnum hvørja bók, sum hann letur úr hondum. Tað er ongin føroyskur rithøvundur, sum hevur eitt so rytmiskt mál sum hann. Tað er reinur tónleikur, sjálvt um hann er búsitandi í Danmark og kanska ikki hevur fingurin beint á málpulsinum, tá ið talan er um talumálið, men skriftmálið er bæði flótandi og samstundis forvitnisligt og so sum tað føroyska talimálið átti at verðið talað. Tað er ikki so flótandi, at ein ikki steðgar á og spyr seg sjálvan um okkurt orð sum hann skrivar, men tað hevur tann eginleikan, at ein steðgar, lesur umaftur, steðgar á aftur osfr., og tað er nevniliga í hesum steðgunum, at ein skilir tilfarið. Tað er ikki bara galdandi fyri skaldskapin hjá Tóroddi, heldur ikki bara fyri skaldskap ? hetta er galdandi fyri alla list.
Tekur tú bókina í hondina, er hon heldur ikki sum aðrar bøkur. Hon er fýrakantað. Kápan er prýdd við vøkrum lillaliti, har tú hómar nøkur sveittahár, kanska á handabakinum. Tað er marglistamaðurin Ova, sum hevur gjørt hesa vøkru kápu. Hann hevur gjørt kápuna á tveimum teimum seinastu bókunum hjá Tóroddi. Nú vit eru við hinar bøkurnar hjá Tóroddi, so eri eg altíð spentur at vita, hvussu áður útgivnar bøkur eru raðfestar fremst. Vanligt er at skriva bøkurnar eftir árstali; hvør ið fyrst varð givin út og hvør ið seinast varð givin út. Í Spei Spei Spei er tann fyrsta bókin Sót og søgn, sum Fannir gav út í 1997. Í Blóðroyndum stendur onki. Í Húðsemi eru tær alfabetiskt stillaðar upp. Tann fyrsta er Blóðroyndir og tann seinasta Villvísi, grafiska bókin, sum hannn gjørdi saman við Bjarna Verner Sørensen.
Í Húðsemi eru ongir tittlar, og tí kann ein freistast at kalla savnið fyri eina svitu. Ein samanhangandi tráður er allan vegin ígjøgnum savnið, har byrjanin er heldur døpur, men sum arbeiðir seg fram móti einum Tóroddskum speisemi og gløggsemi ella húðsemi, sum bert Tóroddur meistrar.
Tóroddur fylgir eisini teimum báðum japonsku formunum, Tanka og Haiku, sum hann bæði hevur við í Blóðroyndum og í Spei spei Spei. Haiku formurin er gamalur japanskur yrkingaformur, ið hevur 17 stavilsi. Reglurnar eru deildar sundur, har fyrsta regla er 5 stavilsi, seinna 7 og triðja 5 stavilsi. Eftir mínum tykki er tað besta Haikuiið í hesum savninum hetta: Tað gráa fostrið / liggur í einglavatni / og yrkir mær lív. Hin formurin er Tankaformurin, sum eisini er gamalur japanskur. Tankaformurin hevur 31 stavilsi. Har eru tvær reglur aftrat, sum hvørjar hava 7 stavilsi. Hvør segði hvølja! / hin upprestrarsinnaði / brendi tummilin / hann setti í krukkuna / við síni egnu øsku.
Húðsemi er ein skapanarsvita. Tóroddur byrjar við at skapa eitt slag av rødd, sum spyr og svarar, næstan í líki av grikskari tragediu við kóri. Onkustaðni finst ein metarødd, sum kommenterar hinar. Hetta kann tykjast heldur ørkymlandi fyri heildina av savninum, men um lesarin kennir Tórodd, so veit hann, at soleiðis dámar Tóroddi at traðka út úr tekstinum, fyri at geva sína meining um tekstin. Einastaðni stendur: Hetta havi eg ikki skrivað. Hetta havi eg sungið. Og verður hesin metakommentarurin settur í samband við ein av hansara barnsligu rímyrkingum, sum er skrivað fyri strúkarar. Fýrverk. Hundrað bassrøddir. Í nógvum førum ger hann hetta fyri at ummæla seg sjálvan, áðrenn nakar annar ger tað.
Aðrastaðni hómast tað slagið av automatskrift sum Beatnikkararnir so meistarliga skrivaðu. So sum tá ið hann bønar og biður Tobba um aftur at gerast mentamálaráðharri, um ikki annað so bara fyri framførsluna, sum hann megnaði at fáa upp í lag (bls. 75). Ella takkaryrkingin (bls. 53-54), sum minnir øðiliga nógv um takkaryrkingina hjá William S Burroughs A Thanksgiving prayer. Hetta vil ikki siga, at bókin ikki er upprunalig, tá ið Tóroddur letur seg inspirera av so nógvur formum, rákum og yrkjarum, tí tað er jú tað sum skaldskapur er um; at skriva á herarnar á teimum, sum undanfarin eru. Takkaryrkingin hjá Tóroddi takkar eisini allari ávirkan, bæði føroyskari og útlendskari, negativari og positivari, bæði speiskt og álvarsamt.
Tóroddur er tann fyrsti, sum dregur oljuna inn í bókmentirnar (bls 56-57). Henda yrkingin biður okkum ansa eftir, at vit ikki drukna í oljupráti. Einastaðni sigur hann: ...olja í útvarpinum / og eitt spøkilsi hoyrist lesa um Ketil og Kálv / sum ávikavist eru farnir at leita og bora. Men, endar hann við: ...men sum hetta var ein góður dreymur. So er bara at vóna, at tað ikki gongur sum hjá Ketili og Kálvi.
Hetta var bók nummar seytjan hjá Tóroddi. Eg gleði meg longu til eg fái ta næstu bókina millum hendurnar. Bøkurnar hjá Tóroddi smakka altíð so væl aftur við røstum kjøti, øli og snapsi. Tær kunnu eisini lesast afturvið dunnu ella gás og jólaøl.