Húsavirðið í Íslandi kann fella 40 prosent

Íslendski tjóðbankin roknar við, at húsavirðið í Íslandi kann fella meiri enn 40 prosent trý tey næstu árini

Heldur metingin hjá bankanum, merkir tað, at í 2011 verður húsavirðið í Íslandi bara helmingin av tí, sum tað var í 2007, tá tað var upp á tað mesta, skrivar Morgunblaðið. Fallið er størri, enn tjóðbamnkin upprunaliga hevði roknað við, men trong fíggjarlig kor hjá fólki og fráflyting trýsta virðið longri niður enn upprunaliga mett.

Tjóðbankin væntar, at privata nýtslan verður umleið 7,5 prosent minni í ár enn í fjør, at at minkingin verður heili 25 prosent næsta ár. Seint í 2010 fer at ganga hinvegin, og meting bankans er, at tann privata nýtslan fer at økjast 10 prosent í 2011, og at økingin verður uppaftur størri í 2012.

Skuldin hjá teimum íslendsku húsarhaldunum veksur eisini. Tann 30. juni í ár var hon 3.770 milliardir íslendskar krónur, og tað var 200 milliardir meiri enn seinasta ársskiftið, sigur tjóðbankin.