Annfinn Hansen, Bagsværd
Fútarætturin/Sýsluskrivstovan í Runavík framt ólógliga úttøku í sethúsaogn, við eftirfylgjandi tvingsilssølu.
Staðfest í dómi tann 29. nov. 2004
Meldað til Løgregluna í Rúnavík
Meldið til løgregluna varð síðani beint til Mogens Nepper- Christensen fyrv. Fúta. Nepper kveistrar dómin til viks, og sigur, at her er alt í fínasta lagi, og einki revsivert er farið fram, og at einki er at koma eftir.
Henrik Møller hevur í dómi tann 29. nov. 2004 staðfest, at úttøkan varð ólóglig, og sostatt eisini eftirfylgjandi tvingsilssøla.
Lógarbrotið hjá Fútarættinum/Sýsluskrivstovuni, varð fyrstu ferð avdúkað við dómi tann 29. november 2004.
Mogens Nepper- Christensen er sostatt ikki samdur við staðfestingina hjá Henrik Møller Dómara.
Hvat vigar so meira, dómurin hjá Henrik Møller, ella persónliga metingin hjá Mogens Nepper- Christensen?
Justitsministeriets Civil- og Politiafdelingen sak nr. 2005-2001-0080
Løgmálaráðið/Justitsministeriets Civil- og Politiafdelingen skal nú taka støðu til, um Fútarætturin (Danski Staturin) er endurgjaldsskyldugur.
Avgerðin hjá Løgmálaráðnum kemur at hava ávirkan á rættartrygdina.
Undurritaði er sannførdur um, at Justitsministeriets Civil- og Politiafdeling vil geva málinum eina sakliga viðgerð við óheftum eygum. Tað sum higartil er farið fram í hesum málið hevur verið til stóran skaða fyri rættartrygdina í Føroyum.










