Risastóri loppimarknaðurin, sum var í gongugøtuni í Havn sunnudagin, var ein dundrandi succes, sum heilt sikkurt verður endurtikin. Hetta siga tey úr Margarinfabrikkini, sum hevði tikið stig til loppumarknaðin, har fólk kundu leiga sær eitt borð fyri 200 krónur. Peningur, sum skuldi brúkast til eitt nýtt pool-borð í ungdómshúsinum.
- Vit eru sera væl nøgd við tiltakið, sum hepnaðist nógv betur, enn vit høvdu torað at vóna, sigur Annika Gregoriussen, varaleiðari í Margarinfabrikkini. Hon fortelur, at tað tey leigaðu 55 borð út, og at øll lótu sera væl at.
- Fólk vóru nakað so positiv, og fleiri heittu á okkum um at skipa fyri hesum aftur – minst tvær ferðir árliga. Hetta vísir okkum bara, at stórur tørvur er á at brúka miðbýin, og at fólk eru fegin um at sleppa av við gamlir lutir og ymiskt, sum tey sjálvi hava gjørt, sigur Annika, sum leggur afturat, at eisini børnini og tey ungu í Margarinfabrikkini vóru væl nøgd.
- Nú er ikki langt eftir, til vit hava ráð til eitt nýtt pool-borð, sum jú var endamálið við øllum, sigur hon at enda.