Líkt er ikki til, at nøgdin av húsarhaldsburturkasti fyri hvønn íbúgva er vaksin nakað serligt í høvuðsstaðarøkinum seinastu árini. Hinvegin er fólkatalið vaksið, og saman við góðu tíðunum, sum eru í løtuni, er samlaða rusknøgdin veksandi.
In.fo vitjaði herfyri á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, har fryntligi stjórin, John Erik Hansen og Súsanna Berg, umhvørvis-og kunningarfólk, vístu okkum gongdina í farna ári samanborið við gongdina seinnu árini annars.
Her sóu vit eisini hagtøl yvir, hvussu nógv húsarhaldsburturkast er fyri hvønn íbúgva í økinum, sum Kommunala Brennistøðin fevnir um, og her hevði stjórin tøl, sum lýsa gongdina árini frá 2012 til og við 2018.
At síggja til er ikki serliga stór broyting í húsarhaldsburturkastinum fyri hvønn íbúgva hesi árini, men tá samlaðu nøgdirnar av burturkasti til brenningar kortini eru vaksnar somu ár, er orsøkin í fyrsta lagi, at fólkatalið í høvuðsstaðarøkinum er økt.
Haraftrat kemur, at byggivinna og handilslív standa í besta blóma.
Á hinari síðuni, sum eisini kann hava sína ávirkan á, at nøgdin av húsarhaldsburturkasti fyri hvønn íbúgva ikki er vaksin nakað serligt nevndu ár, kemur, at fólk ivaleyst eru farin at skilja húsarhaldsburturkast betur.
Sambært talvu hjá Kommunalu Brennistøðini var nøgdin av húsarhaldsburturkasti fyri hvønn íbúgva í økinum 244 kilo í 2018 og 251 kilo í 2017.
Hyggja vit eftir gongdini øll árini frá 2012 til og við 2018, eru tølini yvir húsarhaldsburturkast fyri hvønn íbúgva í høvuðsstaðarøkinum hesi: 2012 (234 kilo), 2013 (231), 2014 (225), 2015 (242), 2016 (245), 2017 (251) og 2018 (244 kilo).
Hagtølini vísa, at nøgdirnar hesi árini broytast ikki serliga nógv – frá at vera 225, tá talið er minst í 2014 og uppí 251 kilo fyri hvønn íbúgva í 2017, tá talið er størst.