Avdráttarfrí lán og lá renta hava havt við sær, at húsaprísurin er hækkaður nógv í Danmark tað seinasta árið.
Ein kanning vísir, at í høvuðsstaðarøkinum er virðið á einum meðalstórum húsum hækkað umleið 250.000 krónur, og at í sjálvum Keypmannahavn er hækkingin um 300.000 krónur. Men tað loysir seg eisini at eiga hús aðrastaðni í landinum. Longri vesturi á Sælandi er húsaprísurin hækkaður meiri enn 150.000 krónur tað seinasta árið, og á Århus-leiðini er hækkingin um 130.000 krónur.
Tann hækkandi prísurin ger tað sjálvandi truplari hjá fólki at seta føtur undir egið borð, men donsku húsasølurnar siga, at eingin vandi er á ferð í so máta kortini. Skattalættar, lønarhækkingar og tey avdráttarfríu lánini gera, at fólk hava kortini ráð at keypa sær hús, siga tær.










