Vit eiga at steðga á og seta spurnartekin við, hvussu sunt tað er, at húsaprísirnir hækka nógv meir, enn inntøkurnar hækka. Í t.d. Noregi hevði man fyri nøkrum árum síðani ein tummilfingraregul um, at man ikki skuldi læna meir enn tvær húsarhaldinntøkur, og at tær føstu útreiðslurnar ikki skuldu vera meir enn helvtin av disponiblu inntøkuni. Tá vit lesa, at miðalhúsaprísurin í Havn er á leið 2,5 milliónir, so skal ikki nógv rokning til at síggja, at tað munnu vera nógv, sum hava lán, ið liggja omanfyri ella í hvussu so er tátta væl í tær tvær ferðirnar húsarhaldsinntøkuna.
Rentan er gamaní relativt lág í løtuni, men hon er hækkandi í øllum okkara grannalondum, og t.d. í Íslandi er hon omanfyri 15%. Skuldi tað hent, at føroyska rentan hækkaði munandi, so verður teppið tikið undan nógvum húsarhaldum í Føroyum. Sama hendir, um konjukturgongdin versnar munandi.
Tað eru glottar, sum uppá sikt burdu fingið húsaprísirnir at fallið, í hvussu so er í Havnini. Vit hava júst hoyrt um eina risastóra ætlan um eini 200 hús á Argjum. Hetta burdi tikið nakað av trýstinum av sethúsamarknaðinum. Eitt annað eru betraðu ferðamøguleikarnir. Undirsjóvartunlarnir hava gjørt Føroyar minni, og um t.d. tunnilin á Skálafjørðin gerst veruleiki, so verður Runavíkin ein forstaður til Havnina. Hetta burdi gjørt, at trýstið fór av sethúsamarknaðinum í Havnini og burdi ført til økta bygging í økjunum rundanum.
Vit hava ikki sæð so nógv til hetta fyribils, men ein av grundunum til hetta er, at Tórshavnar Kommuna onga nýggja útstykking hevur gjørt í Kollafirði, síðani kommunusamanleggingina 1. januar 2001. Sjálvandi verður ikki bygt í norðara enda av Tórshavnar Kommunu, um eingi grundstykki eru tøk. Hetta er grov forsøming, og tað er bara at vóna, at lokalpolitikarnir í Havnini fara at kenna meiri ábyrgd og síggja kommununa sum eina heild framyvir, heldur enn bert at stykkja út í Havnini og á Argjum.
Veganetið er eftirhondini so gott í Føroyum, at munurin millum Havnina og bygd er mestsum í huganum á fólki. Tað má vera nakað tað sama í Keypmannahavn, um man býr í Albertslund, enn man er frá Havnini, um man býr í Kollafirði. At hava 20 minuttir at ferðast í til arbeiðis er luksus so at siga alla aðrastaðni enn í Føroyum. Hóast hetta, so verða t.d. Kirkjubø, Kvívík, Sandavágur og Sundalagið sæð sum langt uttanfyri Havnina, hóast tað at kalla eru forstaðir. Bústaðartrupulleikin er sjálvandi reellur hjá summum, men kann tað ikki fyri summi vera partvíst ein hugburðstrupulleiki?
Sosialurin