Húsaorkestrið í Norðurlandahúsinum

Føroya Symfoniorkestur er javngamalt við Norðurlandahúsið og hevur heimabeitið í húsinum

Rigmor Dam

Fyrsti stjórin í Norðurlandahúsinum, danin Steen A. Cold, rópti Føroya Symfoniorkestur fyri Húsaorkestrið, tí orkestrið var eitt beinleiðis úrslit av, at vit fingu Norðurlandahúsið. Hetta sigur Martin Mouritsen, sum stjórnar Føroya Symfoniorkestri, og hann greiðir frá, at Norðurlandahúsið er so nógv eftirspurt í dag, at Føroya Symfoniorkestur ikki venur har longur, men bert hevur framførðslur. Kortini er húsið enn fasti karmurin um orkestrið, tá tað hevur afturvendandi konsertirnar har, so sum várkosert, heystkonsert og ikki minst stóru nýggjárskonsertina, sigur Martin Mouritsen.
- At spæla í norðurlandahúsinum er ein stór avbjóðing hjá einum og hvørjum tónleikara, sigur hann, og greiðir soleiðis frá um húsið sum pall:
- Umtøðurnar eru so avbera góðar at spæla her, og eg havi spælt her alla tíðina, líka síðani húsið lat upp í 1983. Lokkandi karmarnar gera, at fólk geva tað allarbesta, tey hava. Stóri salurin leggur upp til, at antin skal tað, sum framført verður, vera stórt, ella skal tað vera gott, og sjálvsagt helst bæði.

Ikki koddi hjá listarfólkum
Martin Mouritsen, sum umframt at vera dirigentur hjá Symfoniorkestrinum, eisini er leiðari fyri Musikkskúlaskipan Føroya, heldur, at Norðurlandahúsið hevur haft sera stóran týdning fyri útinnandi listina í Føroyum, og føroyskt mentanarlív sum heild. Hann minnist væl orðaskiftið, sum var, tá húsið kom, um hvørt tað fór at køva heldur enn at birta uppundir mentanarlívið her heima, og hann sigur:
- Tað kan væl vera at Norðurlandahúsið hevur verið ein koddi hjá politikarum, so teir sluppu undan at fáast við hendan partin av mentanarpolitikkinum, men hjá okkum listarfólkum hevur tað so avgjørt ikki verið ein koddi. Støðið er hækkað nógv, av tí at umstøðurnar eru so góðar og leggja upp til tað besta. Tí tað er so avgjørt betri at spæla her enn í eini ítróttarhøll.
At vit hava lært okkum at eiga eitt so fínt hús, og at fara væl um tað, kemur eisini greitt fram, tá Martin greiðir frá um Musikkskúladagarnar, sum hava verið á hvørjum ári. Tá møtast fleiri hundrað musikkskúlabørn í Norðurlandahúsinum at venja og framføra, tó soleiðis, at venjingarnar nú á døgum eru í Eysturskúlanum. Men Martin minnist væl, hvussu børnini skikkaðu sær fyrstu árini,
- Tey leikaðu í sum vargar og blakaðu livurpostei í ventilatiónsanleggi. Soleiðis er als ikki í dag, tey duga sera væl at vera í húsinum, kanska tí tey eru von at koma her frá barnsbeini.

Yrkistónleikur og býarhús
Tó meinar Martin Mouritsen ikki, at umstøðurnar hjá tónleikamentanini eru av teimum bestu í gerandisdegnum, eitt nú av tí at kravgangurin til Norðurlandahúsið er so stórur, umframt at yrkistónleikur nærum ikki finst í Føroyum. Tí, sigur Martin Mouritsen, er tíðin nú búgvin til at tónleikurin verður raðfestur hægri frá politiskari síðu. Bæði í Havn og í landinum sum heild.
- Hetta er ein natúrlig avleiðing av, at vit nú hava sett á stovn yrkisleik innan sjónleik. Næsta stigið eigur tí at verða yrkistónleikur, har allir tónleikalærarar eiga at verða settir í parttíðarstørv til at venja og framføra tónleik á høgum støði, sigur Martin Mouritsen, og vísir til skipanina, sum er í Noregi, har fólkaskúlin er karmur um hugtakið "Musikk i Skolen", har konsertir og venjingar við yrkistónleiki eru runt á skúlum í øllum landinum.
- Og so tørvar okkum avgjørt eisini eitt býarhús í Havn, til venjingar og framførslur av øllum slag av livandi tónleiki, sigur Martin Mouritsen, og avdúkar samstundis, at fólk innan tónleikaheimin, saman við øðrum áhugaðum, eru farin í holt við at fyrireika eitt slíkt stað.

Svørt lagnusymfoni
Viðtalið við Martin, sum nærum er dagligur gestur í húsinum, er um at vera av. Kremlitti kaffikoppurin í klassiska norðurlendska sniðinum er kølnaður, og áðrenn vit fara hvør til sítt, kemur Martini til hugs einaferð Symfoniorkestrið hevði konsert. Beint sum farast skuldi undir Lagnusymfoniina hjá Beethoven fór ljósið í øllum býnum, og allur salurin lá í bølamyrkri einar fimm minuttir. Tá hugsaðu fólk sítt.