Rættarhjálpin viðgerð á hvørjum ári á leið 50 mál, ið snúgva seg um keyp og sølu av
fastari ogn. Og hetta er øðiliga nógv, hugsa vit um avmarkaðu støddina á føroyska húsamarknaðinum.
Í fjør vár legði Tjóðveldi saman við Sjálvstýrinum fram uppskot til samtyktar at fáa landsstýrið sum skjótast at smíða og leggja fyri tingið alla neyðuga lóggávu kring keyp og sølu av fastari ogn og húsameklaravirksemi.
Slík lóggáva skal lýsa øll rættindi og allar skyldur hjá seljara, og skal soleiðis verja keyparar, so teir ikki koma út í slíkar støður, sum ræðusøguna vit hoyrdu um í Skannaranum. Lógin skal eisini staðfesta, hvørjar skyldur liggja á keyparanum sjálvum.
Følsk trygd
Húsakeyp fara sum kunnugt í alsamt størri mun fram ígjøgnum meklarafyritøkur. Hetta átti at borga fyri størri brúkaratrygd, men ger tað ikki vegna væntandi lógarkrøv. Tvørturímóti kann keyparin fáa falska trygd, eitt nú við at hann fær ta fatan, at støðulýsing er gjørd av ognini, hóast lýsingin bert byggir á upplýsingar frá seljaranum sjálvum. Slíkar støðulýsingar kunnu vera verri enn einki. Til ber vanliga at keypa meira fakliga grundaðar støðulýsingar av ognini, men greið krøv eru heldur ikki til hesar støðulýsingar og ógreitt er, hvør ábyrgd fylgir slíkari.
Við lógini um fastognarkeyp kann verða ásett krav um trygging. Tað ber í sær, at
seljari hjá einum tryggingarfelag stovnar trygging uppá, at húsini eru í einum ávísum
standi. Tryggingarfelagið fer tá at seta ítøkilig krøv til støðulýsingarnar. Og sum vit vístu á í viðmerkingunum til okkara uppskot, so er keyp og søla av fastari ogn og meklaravirksemi væl skipað í okkara grannalondum. Tí átti at borið til væl og kvikliga at smíða líknandi føroyska lóggávu.
Væl móttikið
Málið fekk eina sera góða viðgerð í Vinnunevndini. Uttan undantak vístu øll, sum komu í nevndina á, at hetta var sera harðliga tiltrongd lóggáva, og tey fegnaðust um, at málið var komið til viðgerðar í Løgtinginum. Kortini valdi samgongan at fella hetta andstøðuuppskot. Helst tí at landsstýrismaðurin segði, at hann var farin undir slíka lóggávu og fór at koma við lógunum sama heyst. Hetta frøddust vit sjálvandi um, men eru farin at ótolnast, nú skjótt eitt ár er runnið. Vónandi kann tað fokus, sum Skannarin hevur sett á málið, fáa ferð á, so lógin loksins kemur fyri tingið.