Síðan fíggjarkreppan byrjaði hevur sethúsamarknaðurin staðið mestsum stillur. Serstakliga fá hús eru handlaði seinasta hálva árið, og í mun til undanfarin ár, stendur sethúsamarknaðurin næstan stillur, sambært tølum, sum Eik leggur fram, frá upplýsingum hjá Skráseting Føroya.
Fyrsta ársfjórðing í fjør vórðu 21 hús handlaði í høvuðsstaðnum, meðan tað í ár bara eru 11, so talið er næstan helvtað.
Á bygd er eisini eitt stórt fall í húsasølunum, tí gongdin er tann sama á bygd sum í høvuðsstaðnum, um vit samanbera 1. ársfjórðing 2008 við 1. ársfjórðing 2009.
Seinast so fá hús vórðu handlað var í 2004.
Bygdaprísir falnir
Flestu handlarnir, eru handlar á bygd, har miðalhúsaprísurin er um helvtina av prísinum í høvuðsstaðnum.
Tað, sum merkir handlarnar á bygd, um sammet verður við 1. ársfjórðing í fjør, er, at prísurin fyrsta ársfjórðing í ár hevur háttað sær, sum tey flestu høvdu væntað, tí prísurin í størri bygdunum er minkaður einum fjórðingi seinasta árið, so vit kunnu siga, at húsini í størri bygdum, sum fyri einum ári síðan kostaðu eina millión, í dag kosta 750.000 krónur.
Í smærru bygdunum eru prísirnir eisini falnir eitt sindur, meðan minsta prísfallið hevur verið í høvuðsstaðnum.
- Tá hugt verður at miðalprísum yvir sethúsasølur, so skal tað takast við stórum fyrivarni, tí tað verður roknað út eftir prísinum tilsamans, býtt við talið av handlum, og onkuntíð verða stór hús handlaði og onkuntíð verða smá hús handlað. Hartil kann nevnast, at hjá Inni hava tey ikki merkt so stórt prísfall á bygd, sum tølini vísa, greiðir Bjarni Olsen, stjóri í Eik, frá.
Hann greiðir somuleiðis frá, at hann ikki væntar, at prísirnir fara at falla so øgiliga nógv, um búskapargongdin ikki versnar. Men hinvegin kunnu vit rokna við, at prísirnir falla eitt sindur meira, um búskaparliga gongdin versnar.
Prísurin ikki avgerandi
Tó er Bjarni Olsen sannførdur um, at ein lækking av prísunum á sethúsunum ikki er ein garrantur fyri fleiri handlum og styttri sølulistum.
- Fólk eru rættiliga varin í løtuni, og vilja ikki gera ov nógvar stórar íløgur. Tað merkja vit eisini í eftirspurninginum eftir lánum, so eg meti, at ótryggleikin um búskapargongdina heldur talinum av handlum niðri, sigur Bjarni Olsen.









