Eftir at hann hevur verið støðugt hækkandi ta seinastu tíðina, er prísurin á hýsu fallin eitt vet aftur, og á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag fekk toskurin betri prís enn hýsan.
Góð 30 tons vóru av hýsu í dag, tað mesta undan Íslandi. Tann størsta hýsan fór fyri 12,23 krónur, hýsa II fekk meðalprísin 11,39 krónur, og hýsa III fór fyri 10,95 krónur. Av toski vóru góð 12 tons, og meðalprísurin lá úr 10,61 krónum upp í 12,77 krónur fyri kilo.
Umleið 15 tons vóru av longu og tað sama av brosmu. Tað mesta av longuni fór fyri 10,00 krónur, og brosman fór fyri góðar 6,00 krónur kilo.
Svartkalvaprísurin hevur verið fellandi, og í dag fingu trý tons meðalprísin 23 krónur.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 94 tons í dag fyri eina góða millión krónur.