Í mongun seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 13,2 tons av fiski fyri 234.342,50 krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 17,64 krónur fyri kilo.
Størsta einstaka nøgdin á søluni í morgun var hýsa, sjey tons tilsamans. Mest var av hýsu 2, stívliga fimm tons, sum fór fyri miðalprísin 17,19 krónur fyri kilo.
Sløk 5,5 tons vóru av toski, harav mest var av toski 3, stívliga 3,5 tons tilsamans. Miðalprísurin fyri tosk 3 var 19,80 krónur fyri kilo.
Lítið og einki var av øðrum fiskasløgum, men 333 kilo vóru av toskarognum. Fyri toskarognini fekst miðalprísurin 8,33 krónur fyri kilo.