Hýsa góðan prís á marknaðinum í dag

Nøgdirnar av hýsu, tá Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun, vóru ikki stórar, men prísirnir vóru heilt aðrir, enn vit hava sæð í seinastuni

Fiskaprísir

Seinastu dagarnar hevur nógv verið frammi um, at hýsa veidd undir Føroyum hevur havt so lágan prís í seinastuni.
Orsøkin er, at okkara hýsumarknaður er í Bretlandi, og har vilja handilsketurnar ikki longur hava føroyska hýsu í sínum útboði, tí mett verður ikki, at hýsuveiðan undir Føroyum er burðardygg.
At kalla øll hýsa, sum er veidd undir Føroyum, er tí farin óvirkað av landinum til smákeyparar, har ikki kann roknast við støðugum og góðum prísi.
Við virking og sølu av frystum fiskavørum kunnu langtíðaravtalur gerast, har prísurin hugsandi eisini er meiri støðugur yvir eina tíð.

Betri prísir
Tá Fiskamarknaður Føroya hevði sína regluligu sølu í morgun, seldi marknaðurin stívliga 8 tons av hýsu. Hetta eru ikki stórar nøgdir, men samlaða sølan í morgun var heldur ikki so stór, stívliga 63 tons.
Størstu nøgdirnar av hýsu, vóru hýsa 2. Talan var um tilsamans 5,7 tons, sum fóru fyri miðalprísin 12,79 krónur fyri kilo.
Sløk 800 pund vóru av hýsu 1, og her var miðalprísurin 16,70 krónur fyri kilo, sum er rímiliga góður hýsuprísur - og í øllum førum nógv betri prísur, enn vit hava sæð seinastu tíðina.
Góð 2 tons vóru eisini av hýsu 3, sum fór fyri miðalprísin 12,90 krónur fyri kilo.

Toskur støðugur
Eini 20 tons av toski vórðu í morgun seld um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya.
Størstu nøgdirnar vóru av toski 3 og toski 4, sum fóru fyri miðalprísin 15,84 og 11,81 krónur fyri kilo.
Av hesum sæst, at prísirnir fyri hýsu 3 í dag vóru betri enn prísirnir fyri tosk 4.
Besti miðalprísur fyri tosk, var fyri tosk 1, sum fór fyri 27,20 krónur fyri kilo, men talan var bert um góð 3.000 pund av bestu toskastøddini.
Góð 3,4 tons vóru av toski 2, sum fór fyri miðalprísin 25,75 krónur fyri kilo.
Størsta einstaka nøgdin á marknaðinum í dag var kongafiskur 2, har tilsamans 16,4 tons fóru fyri miðalprísin 9,39 krónur fyri kilo.
Miðalprísurin fyri søluna av øllum fiskasløgum samanløgdum var 15,50 krónur fyri kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 64 tons fyri góðar 990.000 krónur.