- Tað er ikki bara í vikuskiftinum, at vit verða boðsend, tí húsaófriður er. Hetta hendir allar dagar í viku, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Týsnáttina var løgreglan í høvuðsstaðnum tvær ferðir úti, tí boðað varð frá húsaófriði. Hetta var millum klokkan 02 og 03 um náttina.
Vakthavandi sigur, at aftur í kvøld hava tey longu einaferð verið úti, tí fólk ikki duga sær hógv.
- Tað er so sanniliga ikki bara í vikuskiftinum, at vit verða boðsend, tí húsaófriður er. Slíkt kann henda - og hendir - allar dagar í vikuni.
Vakthavandi sigur seg eingi neyv hagtøl hava at halda seg til, men mangt kundi bent á, at tað, sum rópt verður húsaófriður, líka sum er við at vinda upp á seg.
- Full fólk eru at síggja í Havn allar dagar í viku, leggur hann aftrat.
Tá talan er um húsaófrið, er tað ikki endiliga so, at tað neyðturviliga eru hjún ella pør, sum klandrast.
- Ofta er talan um drukkin fólk, sum ballast heima onkustaðni, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.