Húsaófriður

Leygarnáttina fekk løgreglan í Klaksvík eisini eina fráboðan um húsaófrið. Teir fóru á staðið, og vóru noyddir at taka ein mann við sær avstað. Vakthavnadi sigur at tað er ymsikt hvat teir gera við mans, sum verða tiknir við orsakað av húsaófriði.
? Tað kemur an uppá støðuna. Onkuntíð verða teir tiknir við inn á støðina, og verða so blakaðir í brummuna her. Men eru teir róligir, so kemur tað eisini fyri, at teir verða koyrdir heim til familjuna. Tað, sum er mest umráðandi, er bara at fáa tey bæði bæði, sum eru farin til hendurs, so langt burtur frá hvørjum øðrum msum gjørligt, sigur vakthavandi í Klaksvík.