Hýsa fekk góðan prís á Fiskamarknaðinum

Prísirnir á hýsu vóru góðir við søluna á Fiskamarknaði Føroya í gjár, tá smáa hýsan fór fyri slakar 10 krónur fyri kilo og besta hýsan fyri 12,64 krónur

Fiskaprísir

Fiskamarknaður Føroya seldi í gjár 274 tons á uppboði. Størstu nøgdirnar vóru toskur, hýsa, longa, brosma, kongafiskur og havtaska.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 11,63 krónur fyri kilo. Tað er ein munandi lægri miðalprísur, enn besta sølan hesa vikuna, tá miðalprísurin nærkaðist teimum 19 krónunum fyri kilo.
Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya góð 88 tons av toski og 65 tons av hýsu.
Prísirnir fyri tosk vóru á leið teir somu, sum teir hava verið í eina tíð – úr 9,38 fyri tosk 4 upp í 17,88 krónur fyri kilo av toski 1.

Góður hýsuprísur
Við søluna í gjár fekk hýsa góðan prís – og betri prís enn ein vanligan søludag á fiskamarknaðinum.
Miðalprísirnir fyri hýsu lógu úr sløkum 10 krónum fyri hýsu 4 upp í 12,64 krónur fyri kilo fyri bestu hýsuna.
Samlaða sølan fyri tey 274 tonsini á Fiskamarknaðin í gjár gav slakar 3,2 miljónir krónur.