Hús rapaðu í Dehli

Minst 32 fólk doyðu, tá ein bygningur í fýra hæddum rapaði í indiska býnum Dehli í kvøld. Meiri enn 60 fólk fingu skaða. The Times of India skrivar, at umleið 60 fólk vórðu bjargað á lívi undan teimum rapaðu húsunum, men løgreglan ber ótta fyri, at fleiri fólk liggja undir húsaleivdunum. Tí eru bjargingarfólk við hundum farin at leita.

Indiski fíggjarmálaráðharrin, sum kom á vanlukkustaðið í kvøld, segði við fjølmiðlarnar, at vanlukkan kann hava samband við tað nógva regnið, sum hevur elvt til vatnflóð. Sum skilst stóð kjallarin í teimum rapaðu húsunum undir vatni.