Fyrr hevur tað verið soleiðis, at Aksturvinnufelagið Samfylking hevur lýst við hýruvognstakstunum. Tá kom Samfylking við prísuppskotum, sum prísráðið síðan skuldi gáðtaka, men síðan prísráðið varð tikið av, er tað Kappingarráðið, sum skal góðtaka takstirnir.
Kappingarráðið krevur, at bilstøðirnar sjálvar koma við sínum uppskotum til nýggjar takstir. Tær skulu ikki gera sínámillum avtalur um prís, sigur Magnus Fuglø, formaður í aksturvinnufelagnum Samfylking.
Príshækkingin er umleið 10 prosent, ella tað sama um aðrar lønir eru hækkaðar. Minsti takstur, sum var 55 krónur, verður nú 60 krónur.
Sum nakað nýtt kostar tað 500 krónur, um fólk koma at dálka hýruvognin innan við t.d. spýggju ella øli. Fyrr hava vit ikki kunna kravt pengar frá fólki fyri at reinsa bilin, tí hava vit nú sett tað í takstin. Aðrastaðni er tað nógv dýrari, t.d. í Keypmannahavn kostar tað umleið 1.000 krónur, sigur Magnus Fuglø, formaður í Samfylking.










