Hýruvognsvinnan hevur tað ikki lætt í Tórshavnar kommunu, sigur Magnus Fuglø, formaður í aksturvinnufelagnum Samfylking. Talan er um eina vinna burturav, sum góðar 60 familjur í kommununi skulu liva av.
Ringt er hjá einum hýruvognsførara at fáa endarnar at røkka saman, hóast hann hevur langar arbeiðsdagar allar yrkadagarnar í vikunu. Hann er eisini noyddur at hava bilin koyrandi um næturnar í vikuskiftinum, tá fólk fara í býin og nýta nógv hýruvogn.
Men her hava hýruvognarnir fingið kapping frá fleiri minibussum, sum við ongum hýruvognsloyvi í vikuskiftinum taka ein stóran part av kundunum frá hýruvognunum.
Fyri at koyra hýruvognskoyring í Havn, skalt tú hava loyvi frá hýruvognsnevndini hjá Tórshavnar býráð. Loyvið umfatar koyring við upp til 8 ferðandi.
Hýruvognsreglugerðin ikki galdandi
Fyri nøkrum árum síðan fann onkur út av, at um man fekk sær ein minibuss, sum tók meira enn 8 ferðandi, so var hýruvognsreglugerðin ikki galdandi fyri teir.
Har var altso ein grá sona í hýruvognsreglugerðini, sum gjørdi at hesir minibussar kundu koyra ótarnaðir.
Hetta førdi síðan við sær at fleiri minibussar komu á gøtuna og komu inn á økið hjá hýruvognunum, serliga í vikuskiftinum, og nýta t.d. steðgiplássini í Steinatúni, sum hýruvognarnir eiga, eftir at býbussarnir eru givnir á miðnátt.
Magnus Fuglø sigur, at teir kunnu ikki forða fyri hesum piratbussum, men teir hava ikki loyvi at koma inn á økið hjá hýruvognum og taka kundar frá teimum.
Nevndin í Samfylking hevur havt nógvar fundir við fútan, Vinnumálaráðið og hýruvognsnevndina hjá býráðnum um hesa piratkoyringina.
Tað vísir seg at sum at hýruvognsvinnan eigur ongan góðan, og at myndugleikarnir ikki klára at hjálpa okkum við at fáa skipaði viðurskifti at arbeiða undir, sigur Magnus Fuglø.
Hann nevnir sum dømi, at fyri nøkrum árum síðan høvdu hýruvognsførarar í Bergen somu trupulleikar at stríðast við, men tað var skjótt, at myndugleikarnir fingu tað í rætt lag.
Magnus sigur víðari, at teir hava heitt á Vinnumálaráðið um at fáa hýruvognsreglugerðina fyri Tórshavnar kommunu endurskoðaða. Reglugerðin hevur 20 ár á baki og er ikki tíðarhóskandi í dag.
2. desember í fjør fekk Samfylking bræv frá Vinnumálaráðnum um, at ein arbeiðsbólkur skuldi setast til at endurskoða reglugerðina, men longu 6. desember slitnaði samgongan, og alt datt niðurfyri.
Steðgipláss til hýruvognar
Ein annað átrokandi mál sum Asturvinnufelagið Samfylking arbeiðir við, er at alt ov fá steðgipláss eru til hýruvognar í býnum. Á Vaglinum eru trý, og uttan fyri SMS eru tvey, sum eru sera væl fjald fyri fólki, sum koma út hiðani.
Vit kundu hugsað okkum at t.d. tvey steðgipláss vóru við hvørja av teimum trimum høvuðsinngongdunum í SMS og aðrastaðni í býnum, har nógv fólk koma og fara, sigur Magnus Fuglø.
Tað eru umleið 60 hýruvognsloyvir í Tórshavnar kommunu, og tað halda vit vera meira en nokk. Vónandi kunnu vit í góðum samstarvi Tórshavnar kommunu og Vinnumálaráðið gera tað liviligt hjá teimum, sum liva av at koyra hýruvogn, og at borgararnir í høvuðsstaðnum fáa eina góða tænastu alt samdøgrið og hvønn dag í vikuni, sigur Magnus Fuglø.
Myndatekstur:
Vónandi kunnu vit í góðum samstarvi Tórshavnar kommunu og Vinnumálaráðið gera tað liviligt hjá teimum, sum liva av at koyra hýruvogn, sigur Magnus Fuglø, formaður í Aksturvinnufelagnum Samfylking